Lýsing bjóðar nú Meta Ads, har vit seta upp og umsita tínar Facebook- og Instagram-lýsingar. Vit arbeiða miðvíst við at raka tína kjarnumálbólk og fáa mest burturúr hvørjari krónu. Ynskir tú betri úrslit á sosialum miðlum, so hjálpa vit tær fegin í gongd.
Vit arbeiða út frá tínum málum og tryggja, at hvør einasta króna verður brúkt skilagott. Við neyvari málbólkagreining, skapandi tilfari og neyvum eftirmetingum tryggja vit, at tú røkkur teimum røttu fólkunum.
Hví velja Meta Ads frá Lýsing?
- Vit seta upp kampanjur, sum passa júst til tín marknað
- Vit optimera dagliga, so tú altíð fært mest burturúr
- Vit tryggja greið úrslit og fult gjøgnumskygni
- Vit syrgja fyri, at kampanjan fylgir nýggjastu mannagongdum hjá Meta
Ynskir tú at veksa tína sølu og røkka nýggjum kundum?
So er Meta Ads ein av mest effektivu loysnunum á marknaðinum.
Set teg í samband við okkum – vit hjálpa tær í gongd.